Ítróttur

07 Vestur havt aðalfund

...

2017-11-12 18:05 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í kvøld hevur 07 Vestur havt aðalfund eftir broyttu viðtøkunum, har nevndarval skal verða stutt eftir kappingarlok. Nýggj nevnd er skipað við 8 limum.


Skráin, sambært broyttu viðtøkunum, til aðalfund, ið skal vera seinast 4 vikur eftir kappingarenda, er stutt, við formansfrásøgn og nevndarvali, umframt møguligum innkomnum málum og ymiskt.

Fyrst á skránni á aðalfundinum í dag, varð sostatt Jim Sonni Guttesen, formaður, sum, vegna nevndina, greiddi frá júst farna ári. Einum sera hendingarríkum ári, bæði á og uttanfyri vøllin.

Eftir hetta var nevndarval. Allir nevndarlimir tóku við afturvali, tó hava Jóhan á Mýrini og Ingi S. Joensen tikið seg úr nevndini í vár. Nevndin, sum skipaði seg á fundi beint eftir aðalfundini, er soleiðis mannað:

Jim Sonni Guttesen, formaður
John Weihe, varaformaður
Jón Nordendal
Egil Petersen
Jákup Olaf Jóhannesarson
Eggaba Andreasen
Gunleif Magnusarson
Eron Debes (vantar á myndini)

Einki mál var innkomið til fundin, og so var bert ymiskt eftir á skránni, har lívligt prát var um kappingarárið, ið fór, og um framtíðina.

(Til skipan av nevnd er at skoyta uppí, at fastur skrivari er samskiparin og bókhaldarin er kassameistari, ið svarar til formannin)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder