Ítróttur

07 Vestur flytur ikki upp

....

2019-10-19 16:33 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
07 Vestur sum flutti niður úr Betri-deildini í fjør og hevur spælt í 1. deild hetta kappingarárið flytur ikki upp aftur í Betri-deildin, tað bleiv staðfest eftir dagsins dyst ímóti B36.

Ein sigur var eitt krav um 07 Vestur skuldi flyta upp, og tað byrjaði eisini væl. Emil Mikkelsen skoraði til 0-1 tá ið 14. minuttir vóru leiktir, og longu tveir minuttir seinni økti Sølvi Egilsson um leiðsluna til 0-2. Tá ið 30. min. vóru leiktir minkaði Jóhann Joensen um munin til 1-2.

Í seinna hálvleiki fekk B36 3 mál og vann dystin 4-2. Málini fingu Rani í Soylu, Jóhann Joensen og Jákup á Borg.

Við tað at B36 vann á 07 Vestur, so er staðfest at eingin flytur úr 1. deild upp í Betri-deildina.

Mynd: FaroeSoccer
 
1 
26 
17 
3 
6 
73 
36 
+37 
54 
2 
26 
15 
5 
6 
58 
38 
+20 
50 
3 
25 
14 
7 
4 
47 
26 
+21 
49 
4 
26 
13 
5 
8 
57 
43 
+14 
44 
5 
26 
9 
8 
9 
43 
42 
+1 
35 
6 
26 
8 
6 
12 
47 
62 
-15 
30 
7 
26 
5 
13 
8 
36 
44 
-8 
28 
8 
26 
7 
6 
13 
45 
53 
-8 
27 
9 
25 
7 
5 
13 
35 
43 
-8 
26 
10 
26 
2 
6 
18 
31 
85 
-54 
12
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder