2021-08-15 15:58

07 Vestur var í dag á vitjan hjá EB/Streymi.
Undan dystinum var EB/Streymur nummar 7 í Betri deildini við 15 stigum og 07 Vestur nummar 8 við 14 stigum.
Tað var heimaliðið ið legði seg á odda eftir 10. min. tá ið Símun Sólheim skoraði til 1-0. Høgni E. Nielsen javnaði fyri 07 Vestur tá ið 27. min. vóru leiktir, og var tað eisini hálvleiksstøðan.
Í seinna hálvleiki fingu 07 Vestur tvey mál, og vunnu tí dystin 1-3. Málini fingu Predrag Jeremic í 62. min. og hitt málið fekk John Fagerstrom í yvirtíðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald