Ítróttur

07 Vestur er á venjingarlegu í Danmark

...

2018-02-15 21:42 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

07Vestur.fo skrivar: Fyrri dysturin á venjingarleguni í Skive endaði við 2-1 tapi fyri Herning Fremad, hóast Ken legði okkum á odda 1-0 miðskeiðis í øðrum hálvleiki.

Kavin argaði eitt sindur, men heimamennirnir høvdu ruddað sum frægast, so spælast kundi. Vit byrjaðu við einum rættiliga ungum liði, men í øðrum hálvleiki komu Ken, Petur og Ndende inn.

Heimaliðið byrjaði betri, men vit tóku tíðliga yvir, og vóru leikliga omaná restina av dystinum, meðan Herning kontraðu.

Tá ein lítil tími var spældur fekk Ken ein stikning og, úr spískum, sendi hann bóltin í netið til 1-0. Móti endanum skoraði heimaliðið tvær ferðir, fyrst við flottum frísparki úr 30 metrum, og so uppá kontra. So endaliga støðan gjørdist 2-1 til Herning Fremad.

Byrjanarliðið:Ivan Stojkovic; Jóannis á Steig (Gilli), Dann Fróðason (Ndende), Niels Mouritsen), Frantsly; Hørður Egilsson, Martin Tavsen (Asbjørn), Sølvi Egilsson, Fríði S. Joensen (Petur); Teitur Olsen; Martin H. Dam (Ken).

Eyka:Ken Fagerberg, Ndende, Petur G. Dalbø, Gilli Samuelsen, Asbjørn Heðinsson.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder