Ítróttur

B71 er steypavinnari í gentum 16 - bólki B

B71 - Mjølnir 2-0 (25-19, 28-26)

2023-03-05 19:33 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


B71 er steypavinnari fyri gentur 16B. B71 vann steypafinaluna ímóti Mjølni í spennandi dysti.
B71 kom sera væl frá byrjan og legði seg væl framum Mjølnir í 1. setti. Mjølnir kom tó nakað við aftur, og settið endaði 25-19 til B71.
Líknandi støða var í 2. setti, har B71 leingi sá út til at vinna rættuliga greitt, men Mjølnir bardi seg upp á 25-25. B71 megnaði tó at svara aftur og vann settið og steypið við 28-26.
Dagsins leikari hjá B71 bleiv Lilja E. Højsted, og dagsins leikari hjá Mjølnir bleiv Lisa T. Venned.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder