Ítróttur

B36 móti Víkingi, og HB móti NSÍ

Nú er greitt, hvussu liðini møtast í hálvfinalunum í steypakappingini hjá kvinnum. Hálvfinalurnar vera spældar 27. august og 25. september

2024-06-19 22:08 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF:Mikukvøldið var kastað lut um, hvussu spælast skal í hálvfinalunum í steypakappingini hjá kvinnum.

Tað var Hanna Olsen, nevndarlimur í Víkingi, ið var gestur í sjónvarpsstovuni, sum hesaferð var í Sarpugerði, ið fekk heiðurin at trekkja.

Liðini, ið eru eftir í steypakappingini, eru NSÍ, Víkingur, B36 og HB, og lutakastið háttaði seg soleiðis, at í fyrru hálvfinalunum, sum verða spældar týsdagin 27. august, møtast B36 og Víkingur, og HB og NSÍ.

Seinnu hálvfinalurnar eru á skránni mikudagin 25. august, og tá spæla Víkingur og B36 í Sarpugerði í Norðragøtu, og NSÍ og HB við Løkin í Runavík.

Finalan í steypakappingini hjá kvinnum verður á Tórsvølli leygardagin 5. oktober.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder