Mjølnir kann mestsum tryggja sær heimavallarfyrimunin í FM-finalunum
Føroya Tele-deildin, menn:
Leygardagin spæla oddaliðini í Føroya Tele-deildini hjá monnum avgerandi dyst um hvør teirra sleppur at spæla á heimavølli í fyrra FM-finaludystinum teirra millum. Reglurnar eru, at tað liðið, sum er nr. 1, tá landskappingin er lokin, hevur heimadyst í fyrru FM-finaluni. Seinna finalan er ásett at vera spæld í Havn leygardagin 29. apríl. Fyrra finalan verður spæld í somu viku.
Vinnur Mjølnir sær trý stig leygardagin, so eru bert evarska smáir matematiskir møguleikar fyri, at Fleyr kann taka fyrstaplássið.
Vinnur Fleyr hinvegin trý stig, so skal havnarliðið framvegis hava hjálp frá SÍ, ÍF ella Ternuni, skal Mjølnir ikki taka fyrstaplássið.
Heimavøllurin í fyrru FM-finaluni kann vísa seg at gerast sera avgerandi fyri føroyameistaraheitið, tí síðani farið varð undir at spæla FM-finalur í 2010, er tað ongantíð komið fyri, at tað liðið, sum hevur vunnið fyrsta finaludystin, ikki er vorðið føroyameistari.
Spældar verða tvær finalur. Tað liðið, sum vinnur tveir dystir, verður føroyameistari. Vinna liðini hvør sín dyst – sama hvat settini enda – so verður meistaraheitið avgjørt við einum sonevndum gullsetti upp í 15.
Støðan í Føroya Tele-deildini hjá monnum
Lið Dystir / Stig / (Settmunur)
Mjølnir 12 / 30 / (23)
Fleyr 13 / 30 / (18)
SÍ 13 / 23 / (7)
ÍF 13 / 11 / (-14)
Ternan 13 / 2 / (-35)
Liðini spæla 16 dystir
Dysturin verður stroymdur í Televarpinum á https://sg.tv.fo/ras/
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald