Atlantic Airways og Flogbóltsamband Føroya hava í dag undirskrivað sáttmála, har sponsoravtalan verður longd.
Atlantic Airways hevur í nøkur ár stuðla landsliðsarbeiðinum hjá Flogbóltsambandinum og hetta heldur nú áfram. Árni Olsen, sølu- og marknaðarleiðari á Atlantic Airways og Peter Holm, formaður í FBF undirkrivaðu í dag eina avtalu um, at samstarvið heldur áfram.
Flogbóltsamband Føroya hevur lagt ambitiøsar ætlanir fyri landsliðini og fara A- og U-landsliðini frá 2022 at luttaka í teimum stóru CEV EuroVolley kvalifikatiónskappinunum umframt norðuratlantisku NEVZA kappinginum.
CEV kappingarnar eru eitt munandi stig uppeftir fyri flogbóltin í Føroyum, og tí eru vit í FBF sera glað um hetta samstarvið, tí tað er ein fortreyt fyri, at ambitiøsu ætlanirnar fara at bera á mál, sigur Peter Holm, formaður í FBF.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald