Týdagin, 7. mai, kl. 12.00, koma pakka-atgongumerkini tillutaði HSF til sølu. Í fyrstu atløgu er bert møguligt at keypa pakka-atgongumerki. Hetta merkir atgongd til allar dystirnar í bólkinum hjá Føroyum. Um atgongumerki eru eftir pakkasøluna, koma hesi til sølu sum dagsatgongumerki tann 14. mai.
Dystirnir í bólkinum hjá hjá Føroyum liggja soleiðis:
Fríggjadagin 29. november: Sveis – Føroyar og Danmark – Kroatia
Sunnudagin 1. desember: Kroatia – Føroyar og Danmark – Sveis
Týsdagin 3. desember: Føroyar – Danmark og Kroatia – Sveis
Týsdagin, 7. mai, kl. 12.00, verður leinkja løgd út á heimasíðuna og facebook hjá Hondbóltssambandinum saman við einari kotu. Við at trýsta á leinkjuna og hareftir tøppa kotuna inn, fæst atgongd til setrini, sum eru løgd av til føroysku áskoðararnar. Talan er um atgongumerki í sektión A1 gul fyri 215 CHF, A1 blá fyri 160 CHF, A1 vínreyð fyri 105 CHF. Nøkur av hesum plássunum fara eisini til stuðlar hjá HSF.
HSF arbeiðir fyri at tryggja føroyingum so nógv atgongumerki sum gjørligt, men tá Føroyar eru komnar í bólk saman við vertstjóðini, Sveis, er áhugin sera stórur, og luturin til hvørt gestaland sera avmarkaður. 6.500 pláss eru í St. Jakobshalle í Basel og flestu longu útlutaði, men arbeiðir HSF við at útvega fleiri enn hesi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald