
Stoyt.fo: Asta lyftir í -59kg vektbólkinum. Hon lyfti heili 57kg í trekk og 71kg í vend og stoyt. Hetta gav henni eitt samalð úrslit á 128kg, og eitt sera flott 4 pláss.
Venjarin hjá Astu, Pól Hendrikur Andreasen, er sera heppin um úrslitið. Eitt 4 pláss til eina so stóra kapping, eftir bert at hava íðka vektlyfting í nærum 2 ár er sera flott. Avtrat hesum prógvar hetta at tað arbeiði, sum verður gjørt í Styrkifelagnum Stoyt, er á einum góðum og høgum støði.
Pól er ávísur um at tað vera fleiri, sum koma at fylgja sporinum hjá Astu. Tað norðurlendska meistaraheitið verður hildið í Keypmannahavn í næsta ár. Vónirnar eru at vit aftur tá hava íðkarar við til kappingina.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald