Ítróttur

Áslakur Holm á vikuliðið Í Danmark

Liðið hjá Áslaki Holm, VK Vestsjælland, tapti 3–1 á útivølli móti meistarunum frá Middelfart og endaðu grundspælið sum nr. 6. 

2023-03-06 13:17 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Áslakur Holm á vikuliðið Í Danmark

Í síðstu viku og um vikuskifti blivu seinastu dystirnir í grundspælinum bestu donsku flogbóltsdeildini leiktir.

Liðið hjá Áslaki Holm, VK Vestsjælland, tapti 3–1 á útivølli móti meistarunum frá Middelfart og endaðu grundspælið sum nr. 6. 

Eftir at síðsta umfarð varð leikt, bleiv Áslakur valdur á vikuliðið - dream team - fyri bestu donsku deildina. Hetta er aðru fer hetta kappingarárið, at Áslakur verður valdur á vikuliðið, sum hevari.

Í endaspælinum skal VK Vestsjælland í fyrstu syftu leika fjórðingsfinalu ímóti Ikast, sum endaðu sum nr. 3 í deildini. Dystirnir verða hin 12. mars og 16. mars. Fyrsti dysturin verður á útivølli í Ikast. Um neyðugt skal ein triðji dystur leikast á útivølli móti Ikast hin 18. mars. Vinna Áslakur og VK Vestsjælland seg víðari úr fjórðingsfinalunum fara teir víðari til semifinalurnar. Um ikki, verða dystir um endaliga plasering í deildini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder