FSF: 4-0 sigurin hjá kvinnulandsliðnnum á Andorra farna fríggjadag var samstundis A-landsdystur nummar 50 hjá liðskiparanum, Áslu Johannesen.
Og stendur tað til Áslu sjálva, so verða tað vónandi til 50 dystir afturat, tí sum hon sjálv sigur: Hon elskar landsliðið, og tað er altíð ein æra at spæla fyri Føroyar.
Í løtuni leggja kvinnurnar alla orka í fyrireikingarnar til EM-undankappingardystin móti Grikkalandi, sum verður á Tórsvølli týsdagin 4. juni klokkan 16:45.
Áðrenn venjingina sunnudagin fekk FSF varpið orðið á Áslu Johannesen. Millum annað setti hon orð á sigurin á Andorra, kensluna at skora á landsliðnum, hvat vit kunnu vænta okkum av dystinum móti Grikkalandi, og hvønn týdning stuðulin frá føroysku áskoðarunum hevur, nú enn ein stór uppgáva stendur fyri framman.
Atgongumerki til EM-undankappingardystin hjá kvinnum millum Føroyar og Grikkaland fáast til keyps í nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF. Kostnaðurin er einans 95 krónur. Í samband við dystin bjóðar FSF ókeypis kaffi og køku til allar áskoðararnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald