Ítróttur

Ársins leikarar í flogbólti 2022

Leygarkvøldið var gallaveitsla í bygdarhúsinum í Kollafirði, har ársins bestu flogbóltsleikarar vóru avdúkaðir. Tað eru venjarar og liðformenn á liðunum í Føroya Tele-deildunum, sum hava valt.

2022-04-11 08:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Nógvur heiður var latin teimum fýra finalu-liðunum - Fleyr og SÍ hjá kvinnum og Mjølinir og ÍF hjá monnum - men heiðurin Ársins venjari hjá monnum fór kortini til venjaran hjá blaðunga aftasta liðnum, Ternuni, sum tapti allar sínar dystir, og sum leikararnir við ikki sørt av sjálvspeii skemtiliga sungu um á veitsluni, men niðurlagið var kortini: “men vit vunnu trý sett”. Hildið verður tó, at køna hond venjarans hevur flutt liðið langt fram á leið, og at liðið kann mennast nógv aftrat.

Tey, sum vunnu heiður, vóru hesi: 

Ársins leikari, menn: Vukasin Nedeljkovic, ÍF
Ársins leikari, kvinnur: Juliia Kuvshinova, SÍ 

Ársins áleypari, menn: Vukasin Nedeljkovic, ÍF
Ársins áleypari, kvinnur: Juliia Kuvshinova, SÍ 

Ársins hevari, menn: Thorvald Danielsen, Mjølnir
Ársins hevari, kvinnur: Hanna Iansdóttir Biskopstø, Fleyr 

Ársins blokkleikari, menn: Jóhan Arni Elisson Wang, Mjølnir
Ársins blokkleikari, kvinnur: Sarah Frings, Fleyr 

Ársins verjuleikari, menn: Filip Ilic, ÍF
Ársins verjuleikari, kvinnur: Jakobina Joensen, KÍF 

Ársins stjørnuskot, menn: Bjarni Joensen, SÍ
Ársins stjørnuskot, kvinnur: Ranja Jóhannesdóttir Magnussen, TB 

Ársins venjari hjá monnum: Trygvi á Brekkukletti, Ternan
Ársins venjari hjá kvinnum: Tyler Frings, Fleyr 

Ársins dómari: Bojan Drobnjak 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder