FSF: Árni Frederiksberg úr KÍ gjørdi ársins mál í Betri Deildini hjá monnum. Harvið hevur runavíkingurin í Klaksvík skorað besta mál í fremstu deildini tvey ár á rað.
Málið bleiv skorað í Sarpugerði tann 11. september, tá klaksvíkingar vunnu 2-1 móti Víkingi. Tá eitt lítið korter var eftir at spæla, fekk KÍ fríspark eini 4-5 metrar uttanfyri brotsteigin, og við einum framúr skoti, sendi Árni Frederiksberg bóltin í málið.
Eitt sera týdningarmikið mál, sum meir ella minni sendi FM-heitið norð um Klakkin, og sum seinni skuldi vísa seg at verða tað besta í árinum, ið er um at fara.
Tað er Televarpið, ið hevur staðið fyri atkvøðugreiðsluni, og tá talt var saman, hevði Árni Frederiksberg fingið ein triðing av teimum næstan 700 atkvøðunum.
Tilsamans 439 mál vórðu skorað í Betri Deildini hjá monnum farna kappingarár. Toppskjútti gjørdist Sølvi Vatnhamar úr Víkingi – ið eisini varð kosin til ársins spælara – við 20 málum, meðan Árni Frederiksberg endaði á 6. plássi á listanum yvir málskjúttar við 11 málum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald