Havnar Fimleikafelag endar komandi vikuskifti eitt væleydnað fimleikaár. Fimleikarárið verður rundað av við forvitnisligum framsýningum, har flestu íðkandi limirnir í felagnum, fara at vísa hvat teir hava vant í vetur.
Av tí at talan er um so nógv lið, er neyðugt at skipa fyri ikki færri enn fimm framsýningum. Fýra av hesum verða leygardagin 26. mars og ein sunnudagin 27. mars í høllini á Stórheyggi. Framsýningarnar verða skipaðar soleiðis, at liðini verða býtt upp soleiðis at børn undir skúlaaldur, rútma og dansur verður leygardag og amboð og tricking/parkour/freerun verður víst fram sunnudag.
Umframt liðini í Havn, hevur Havnar Fimleikafelag eisini fleiri íðkarar í Vestmanna, sum vístu fram teirra kynstur til árligu framsýningina síðsta vikuskiftið í ítróttarhøllini í Vestmanna.
Meiri er at lesa um felagið og framsýningarnar á www.hf.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald