Ítróttur

Ari undirskrivað nýggjan sáttmála

Ari í Haraldstovu Petersen hevur júst undirskrivað nýggjan sáttmála, og 19-ára gamli málverjin verður sostatt við komandi kappingarárið

2022-01-11 07:53 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Ari í Haraldstovu Petersen hevur júst undirskrivað nýggjan sáttmála, og 19-ára gamli málverjin verður sostatt við komandi kappingarárið.

Ungi sørvingurin hevur verið fastur eykamálverji í Betri Deildini í ár, og hevur annars leikt í 2. deild og við U21. Har blivu tað íalt 33 dystir og ávíkavist bronsumedalja og uppflyting, og siluvmedalja.

Ari hevur enn til góða at sláa ígjøgnum á besta liði hjá 07 Vestur, men hann hevur tó fingið 6 dystir, tann fyrst í mei-mánaða í 2019. Harafturat fekk hann nakrar ungdómslandsdystir, við U17-landsliðinum, í 2018.

07 Vestur arbeiða enn við at fáa allan hópin uppá pláss, umframt at venjaraspurningurin enn stendur ósvaraður, eftir at Magnus Powell brádliga skifti til Østersunds FK í Svøríki.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder