Ítróttur

Ari kemur heim aftur

Eftir at hava verið vekk í eitt ár, kunnu vit aftur komandi ár gleðast um, at hava ein av okkara í málinum. Vit hava gjørt leigusáttmála fyri 2025 við KÍ fyri Ari í Haraldsstovu Petersen.

2024-10-26 19:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

07Vestur: Ari er eitt av heilt stóru talentunum vit hava fostra í 07 Vestur. Hann hevur vart málið hjá U21 landsliðnum, og væntast at verða ein av bestu málmonnum í landinum frameftir.
Tað var tí við sorgblídni at Ari fór til annað felag í fjør. Men gleðin er enn størri at vita, at Ari kemur aftur at spæla í 07 Vestur.
Ari hevur higartil spælt 48 dystir í Betri deildini. Tað er einki at ivast í, at tað fer at leggjast afturat hesum talinum.
Vælkomin heim Ari.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder