2022-01-28 21:20
19-ára gamli Ári Arge er upprunaliga úr HB, men fekk sínar fyrstu dystir í Betri Deildini fyrraárið, tá hann varð leigaður til AB. Fyri AB spældi hann nær um hvønn dyst eftir summarsteðgin. Í fjør gekk leiðin so til EB/Streym, eisini uppá leiguavtalu við HB, har hann varð ímillum stuðulsleikararnar og spældi næstan hvønn dyst. Hesi tvey árini eru tað so blivið til 36 dystir í Betri Deildini og 3 í steypakappingini.
07 Vestur hevur gjørt leiguavtalu við HB, og Ári er longu byrjaður at venja við nýggju liðfeløgunum, tað skrivar 07 Vestur í kvøld.
Michael Schønberg og Ári Arge.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald