Vinna

Arctic Voyager skal landa til Varðan Pelagic og Pelagos

Arctic Voyager fór at sigla heim av sildafeltinum í gjár

2022-12-05 07:45 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Arctic Voyager, sum hevur verið á sildaveiðu í altjóða sjógvi, fór at sigla heim í gjár við 1400 tonum.

Arctic Voyager kemur á Tvøroyri um middagsleitið, og skulu fyrst landa 600 tons til Varðan Pelagic, og síðani landa 800 tons til Pelagos í Fuglafirði.

Í løtuni landar Jupiter til Pelagos, aftaná teir eigur Høgaberg landingartørn áðrenn Arctic Voyager sleppir framat.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder