Vinna

Arctic Voyager er komin á Fuglafjørð

Arctic Voyager sleppir framat at landa leygardagin.

2022-08-02 21:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Arctic Voyager, sum hevur verið á makrelveiðu í altjóða sjógvi norðanfyri Føroyar, kom seinnapartin á Fuglafjørð har teir skulu landa til Havsbrún.

Arctic Voyager hevur henda túrin fiskað 1700 tons av makreli, og sleppa teir framat at landa leygardagin. 

Í løtuni landar Vestmenningur til Havsbrún, og tá ið teir eru lidnir eigur Fagraberg landingartørn, Høgaberg eigur skal landa aftaná Fagraberg, og so sleppir Arctic Voyager framat.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder