2025-06-02 07:12

Í hesum tíðarskeiðinum kann flutningur av akførum og ferðafólki verða ávirkaður onkrar dagar vegna flóð og fjøru. Boðað verður frá møguligum broytingum á heimasíðuni og sms-skipanini.
Arbeiðið at gera nýggju rampuna er ætlandi liðugt hálvan august. Meðan arbeiðið fer fram, er partur av havnalagnum sett av til arbeiðsøki.
”Nýggja rampan verður sett í, so at Teistin kann fara í reguliga sigling á farleiðini, inntil nýggja ferjan, sum í næstum verður boðin út at byggja, er liðug” , sigur Niels Juel Arge, stjóri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald