Vinna

Andakt - Um hjartað dømir oss

”Er Guð við okkum, hvør er tá ímót okkum?” Bræv Paulusar til rómverja, kapittul 8.

2025-07-01 16:54 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 





Hann er fyri okkum. Tað síggja vit á krossinum á Golgata. Har hevur Guð valt síðu. Tá ið vit hava funnið pláss okkara har, kunnu vit ongantíð vera í iva um, at Guðs kærleiki er ein veruleiki, og at hann er galdandi okkum. So nógv elska vit ikki, um vit ikki veruliga meina tað. Í bardaganum móti synd, deyða og glatan er Guð stigið yvir á okkara síðu, so at vit skulu rokna við hansara hjálp móti øllum illum valdi.

Fíggindarnir, sum koma uttanífrá, eru ikki teir ringastu. Lat hin Ónda koma, hann hevur tó fingið dóm sín, tá ið Kristus til jarðar kom.”Eitt orð kann brátt hann fella” (Luther), tað er orðið um Jesu deyða á krossinum fyri syndir okkara. Við hesum orði kunnu vit kveistra hann av vegnum. Hvussu nógv hann so annars reypar av, at hann hevur rætt til okkum, tí at vit hava synda, kunnu vit fáa hann at tiga, tá ið vit nevna Jesu navn og halda upp á tað, sum frelsari okkara gjørdi fyri okkum á krossinum. Har vóru vit keypt leys úr teimum træalakorum, ið hin Óndi vildi bjóða okkum.

Men teir størstu fíggindarnir koma innanífrá, úr okkara egna hjarta. Tá ið vit noyðast at ákæra okkum sjálv, eru bit og broddur í álopunum; tí vit vita væl sjálv, hvussu ússalig og smá vit eru, hvussu, ofta vit hava svikið okkara egnu hugsjónir. Og tó er tað eisini hjálp at finna móti øllum okkara sjálvsábreiðslum. Í gamlari bíbliutýðing stóð at lesa á kórsvegginum í kirkjuni í heimbygd míni ” Um hjartað dømir oss, er Guð tó størri enn hjarta várt og kennir alt” 1. bræv Jóhannesar, kapittul 3. 20. Hesi uggandi orð frá Guði skuldi hann minna okkum á hvørjaferð, vit komu í kirkju. Vit skulu ikki royna at klára okkum við umberingum, tær eru ikki galdandi kortini. Men vit kunnu klára okkum við, at Guð er fyri okkum, at náði hansara er eisini galdandi okkum.

John S. Myllhamar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder