Mentan

Andakt

“Eg orki alt í honum, sum ger meg sterkan” Filippibrævið 4,13

2022-04-28 11:08 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

At orka alt


Eg orki alt í honum, sum ger meg sterkan” Filippibrævið 4,13

Soleiðis skrivar Paulus. Her er ikki talan um vektlyfting, nevaleyk, roysni og tílíkt, men at orka alt í honum, sum ger okkum sterk. Í tí føri eru tað mangan tey veikastu sum eru tey sterkastu, tá ið á stendur. Viktor Emil Frankl sigur frá ræðuleikunum í Auschwitz, í fangatippum Hitlers, undir seinna heimsbardaga. Tað, ið undraði hann mest, var, at mong av teimum, sum tóktust vera sterkast likamliga, tá ið tey komu, vóru tey, ið skjótast gjørdust mótfallin. Tey tóktust onga vón at hava, og vóru tey fyrstu, sum hoknaðu og doyðu. Meðan fleiri av teimum, ið sóu ússalig út og høvdu verið gjøgnum lívsins hørðu royndir og vesældóm, áttu eina livandi vón, sum helt móti teirra uppi. Tey hildu út og orkaðu mest, ja, enntá komu tey undan við lívinum.

Har ta í skriftini verður tala um myrkur, har verður tala um ljós, og har tað verður tala um ljós, verður tala um myrkur, til dømis í Jobsbók, í Harmljóðinum, hjá Dávid og aðrastaðni.

Hin livandi vónin gevur úthaldni

Tað eru løtur í lívinum, har vit eru glað, hava kreftir til alt møguligt og lættliga megna tað, vit seta okkum fyri. So eru løtur, har trupulleikar hópa seg upp og gera dagarnar tvørligar. Bara fá hava sum Paulus, so intenst upplivað bæði gleðir og sorgir, succes og tørvandi fatan. Men hann fór kortini djarvur víðari við síni missión, uttan at missa móti. Var hann tá ein stór hetja? Nei, hann føldi seg veikan, sárbaran, óegnaðan, men hann hevði eina fjalda styrki, sum hann opinberaði fyri vinum sínum í Filippi: ”Eg orki alt í honum, sum ger meg sterkan.” Paulus hevði hvønn dag persónliga upplivað Jesu nærveru í lívi sínum. Sjálvt um øll vóru farin frá honum, kendi hann seg ongantíð einsamallan; Jesus var honum nær. Tað var Jesus, ið gav honum tryggleika og hjálpti honum at fara víðari og til at klára alla mótstøðu. Jesus var heilt og fult vorðin styrki hansara.

Styrki Paulusar kann eisini gerast styrki okkara. Eisini vit orka alt, um vit halda okkum nær Kristi í eini og hvørjari líðing. Jesus tekur okkara líðing á seg. Alt orki eg, tá ið eg taki imóti og livi eftir orðum hansara Tað kann tykjast naivt eller utopisk, tá ið tupulleikarnir í heiminum eru so ovur stórir. Kortini orka vit ”alt” í nærveru hins alvalda.

Ein afrikanari segði einafeð: ”Sum tit kristnu eru løgin, men tað er eisini tí, at tit síggja gjøgnum horisontin.”


John S. Myllhamar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder