
Dyppifelagið Aldan er eitt av virknastu dyppifeløgunum í landinum, tær dyppa mest í Miðvági og Sandavági, tær hava verið í Íslandi eina tvær ferðir á vitjan hjá dyppifeløgum har, eisini hava tær havt íslendskar damur á vitjan.
Umstøðurnar eru ikki tær bestu hjá teimum, tær hava einki hús at skifta í, men nú skal tað loysast, tær eru farnar í holt við at byggja hús við bátahyljarnar í Miðvágii.
Í gjárkvøldið var fyrsti formurin til húsið stoyptur, tær høvdu fingið nakrar menn at hjálpa sær við stoypingini, tey byrjaðu at stoypa um 6- tíðina í gjárkvøldið og tríggjar tímar aftaná var fyrsti formurin fullur.
Vit tóku nakrar myndir í gjárkvøldið, tá ið tey vóru liðug at stoypa.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald