2022-01-19 09:00

22-ára gamli Albert spældi hann seg inn á lið okkara í fjør, og fekk eisini debut í Betri Deildini hjá okkum, undir Magnus Powell. Albert er annars er uppvaksin í Danmark, men kom vestur úr EB/Streymi har hann var árið fyri, tó uttan at fáa stórvegis spælimøguleikar.
Í alt fekk ungi framrættaði miðvallarin 22 dystir í Betri Deildini og 1 í steypakappingini í fjør, umframt nakrar fáar dystir í 2. deild. Hann fekk eisini sítt fyrsta mál í Betri Deildini í sera spennandi og vælspælda 2-2 javnleikinum móti B36 í heyst, tá hann legði okkum á odda 2-1 í 84. minutti. Hetta bleiv tó ikki sigurmálsið, hóast vit høvdu uppiborið tað, tí B36 javnaðu fimm minuttir seinni, tað skrivar 07 Vestur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald