2026-04-10 07:43
Av løgreglustøðuni verður í morgun upplýst, at tey fingu eina fráboðan frá tollvaldinum um, at tey høvdu illgruna um, at eitt ferðafólk í gjár hevði rúsevnir innvortis. Tað vísti seg eisini, at viðkomandi hevði rúsevni innvortis, og fær hann eina bót fyri tað. Talan var um ein føroying í 30'inum, sum hevði eina minni nøgd innvortist.
Annars verður upplýst av løgreglustøðuni, at ferðslupoliti var úti í gjár og gjørdi ferðmátingar úr Havn, norð ígjøgnum Sundalagi og í Eysturoyrnni.
Har vóru nakrir bilar tiknir fyri at koyra 119, 110, 117, 115 umframt at ein var tikin fyri at koyra 75 km/t har hámarki er 50 km/t.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald