Annað

Ættarbandsskráin tøk í Vanga-appini

Nú kunnu øll, ið dáma at fáast við ættargransking og eru áhugað í familjusambondum, brúka Ættarbandsskránna í Vanga-appini. Ættarbandsskráin hevur verið á Vanganum frá byrjan og er ein hin mest vitjaða síðan á Vanganum. Higartil hevur hon bara verið tøk á teldu, men nú er hon loksins við í Vanga-appini eisini.

2024-06-19 07:45 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Vit brúka mest telefonina

Vangin og Ættarbandsskráin hava verið virkin í útvið fýra ár. Skjótt varð greitt, at føroyingum dámar best at vera á telefonini, og uml. 85 % av allari ferðsluni á Vanganum er í appini. Tí var eyðsæð, at Ættarbandsskráin eisini skuldi verða tøk á telefonini.


Rættingar í Ættarbandsskránni

Í Ættarbandsskránni fært tú eitt yvirlit yvir tína ætt í beinari linju, í nøkrum førum heilt aftur til norrøna miðøld. Sært tú eina villu í upplýsingunum, ella hevur tú nýggja skráseting, kanst tú boða Heilsustýrinum frá og viðfesta skjalfesting sum próvgrund.

Stóri áhugin fyri Ættarbandsskránni sæst eisini aftur í øllum rættingunum, sum fólk longu hava sent Heilsustýrinum. Tá ið arbeitt verður við so stórum mongdum av dátum, kunnu feilir koma fyri. Síðan Ættarbandsskráin kom á Vangan, er dátugóðskan nógv hækkað júst orsakað av rættingum frá fólki.

Vónandi taka føroyingar væl ímóti Ættarbandsskránni í Vanga-appini.


  • Dáturnar í Ættarbandsskránni eru m.a. úr kirkjubókum, fólkateljingum og Landsfólkayvirlitinum.
  • Tú kanst gera rættingar beinleiðis í skránni
  • Skjalfesting til rættingar kunnu vera: mynd, deyðsváttan, kirkjubøkur osfr.
  • Les meira á: https://hst.fo/aettarbandsskrain



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder