Ítróttur

Adrian var bestur í august

Við nærum fullum stigatali, varð Adrian Justinussen úr HB valdur til besta spælara í Betri Deildini hjá monnum í august mánað

Adrian Rúnason Justinussen og Rúni Justinussen undan dystinum móti KÍ fríggjakvøldið - Mynd: Bjarni Enghamar/FSF

Adrian Rúnason Justinussen og Rúni Justinussen undan dystinum móti KÍ fríggjakvøldið - Mynd: Bjarni Enghamar/FSF

2023-09-16 15:47 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF: Tað var um reppið, at bóltsnillingurin við fantastiska sparkiteknikkinum, Adrian Justinussen úr HB av álvara gjørdi slætt borð, tá besti spælarin í Betri Deildini hjá monnum í august mánað skuldi veljast.

Tá talt var saman, hevði Adrian Justinussen fingið 24 av 27 møguligum stigum. Nummar 2 gjørdist Sølvi Vatnhamar úr Víkingi, meðan Bjarki Nielsen úr B36 endaði á 3. plássi í atkvøðugreiðsluni.

– Hetta var ein deiligur heiður at fáa, og eg eri sjálvandi glaður og takksamur fyri at verða valdur. Annars hevur hetta kappingarárið gingið hampuliga væl. Tapið fyri KÍ í dag gjørdi tó at møguleikin fyri FM fánaði eitt sindur, men vit eru enn við í steypakappingini, og hana ætla vit okkum sjálvandi at vinna, sigur Adrian Justinussen við heimasíðuna hjá FSF.

At tað hevur gingið væl hjá Adriani Justinussen í hesum kappingarárinum, sæst eisini aftur á máltindinum, har hann í løtuni er á 2. plássi við 15 málum. Ovastur á tindinum er Páll Klettskarð úr KÍ við 16 málum.

Tað eru landsliðsvenjarar, miðlafólk og viðmerkjarar, ið atkvøða fyri besta spælara hvønn mánað. Fyri heiðurin fekk Adrian Justinnussen handað eitt gávukort upp á 1.000 krónur frá matstovuni HAPS í Havn, umframt eina glasstandmynd , ið er latin av Betri.

Tað var pápi Adrian, Rúni Justinussen, ið vegna Fótbóltssamband Føroya stóð fyri handanini. Rúni var í nógv ár ein av berandi kreftunum á sterka GÍ liðnum, sum í 90’unum millum annað vann fýra FM heitir á rað, og harafturat er Rúni Justinussen eisini skrásettur fyri ein A-landsdyst fyri Føroyar.

Myndir: Bjarni Enghamar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder