
FSF: Tá A-landsliðsvenjarin hjá monnum, Håkan Ericson fyrr í vikuni kunngjørdi hópin til venjingarleguna, sum verður í suðurspania frá 21. til 30. mars, var eitt spildurnýtt navn í A-landsliðshøpi millum teir 24 spælararnar, ið vóru úttiknir.
Talan var um Mads Boe Mikkelsen úr KÍ.
Men nú er greitt, at tað verður ikki á hesum sinni, at Mads Boe Mikkelsen fær sínar fyrstu minuttir á A-landsliðnum.
Ein skaði argar, og mett verður, at Mads ikki er nóg birgur til landsliðsfótbólt í næstum. Hann verður tískil ikki við, tá føroyski hópurin tíðliga mánamorgunin setir kós móti Marbella í suðurspania.
Í staðin hevur Håkan Ericson sent boð eftir Adriani Justinussen úr HB.
Á venjingarleguni skal føroyska landsliðið eisini spæla tveir venjingardystir. Leygardagin 26. mars klokkan 17:00, føroyska tíð, spæla Gibraltar og Føroyar á Victoria Stadion í Gibraltar, og týsdagin 29. mars klokkan 16:00, føroyska tíð, spæla Føroyar og Liktinstein á Pinatar Arena í Murcia í Spania.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald