Ítróttur

A-landsliðið hjá monnum úttikið

Nú stundar til at komandi EM-undankappingin hjá monnum byrjar. Í hesum sambandi hava landsliðsvenjarnir úttikið 18 leikarar til fyrstu dystirnar móti Kosovo og Ukraina.

2024-10-14 18:22 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Landsliðsvenjararnir, Peter Bredsdorff-Larsen og Hjalti Mohr Jacobsen, hava úttikið 18 leikarar til dystirnar. Seinni verða 16 leikarar endaliga úttiknir til hvønn dyst.

Málverjar:
Pauli Jacobsen, HØJ Elite (DEN)
Aleksandar Lacok, Lugi Handboll (SWE)

Bakkar:
Tróndur Mikkelsen, Kristiansand Topphåndbold (NOR)
Rói Ellefsen á Skipagøtu, IF Hallby HK (SWE)
Pauli Mittún, Team Sydhavsøerne (DEN)
Óli Mittún, IK Sävehof (SWE)
Elias Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel (GER)
Vilhelm Poulsen, TSV Hannover-Burgdorf, (GER)
Kjartan Johansen, Lemvig-Thyborøn, (DEN)
Peter Krogh, Aarhus HC (DEN)
Bjarni í Selvindi (Valur)

Vengur:
Rói Berg Hansen, Køge Håndbold (DEN)
Leivur Mortensen, FIF Håndbold (DEN)
Hákun West av Teigum, Füchse Berlin, (GER)
Allan Norðberg, Valur, (ISL)

Strikur:
Teis Horn Rasmussen, Aarhus HC (DEN)
Pætur Mikkjalsson, Team Sydhavsøerne (DEN)
Ísak Vedelsbøl, IK Sävehof (SWE)

EM-undankappingardystirnir móti Kosovo og Ukraina, verða leiktir ávikavist, á heimavølli í Høllini á Hálsi mikudagin 6. november kl. 19.00, og á útivølli í Vilnius í Litava sunnudagin 10. november kl. 13.00. Tað er útselt til heimadystin í Føroyum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder