Ítróttur

A-landsliðið hjá kvinnum úttikið

Kvinnulandsliðið skal spæla ímóti Luksemborg 28. feb. og 3. mars.

2024-02-08 12:12 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

A-landsliðið hjá kvinnum úttikið.

Landsliðsvenjararnir, Claus Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið hesar 17 leikarar til EM-undandystirnar móti Luksemborg, ávikavist á úti- og heimavølli tann 28. februar og 3. mars.

Málverjar:
Annika Fríðheim Petersen, Follo HK (NOR)
Rakul Wardum, Ringkøbing Håndbold (DEN)

Vengur:
Rannvá Olsen, VÍF
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, H71
Hervør Niclasen, Neistin

Inga Maria Roysdóttir, Kyndil
Karin Egholm, H71
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, TMS Ringsted (DEN)

Strikur:
Brynja Symphor Høj, Neistin
Bjarta Osberg Johansen, Kyndil
Pernille Brandenborg, København Håndbold (DEN)

Bakkar:
Bjørk Franksdóttir Joensen, Neistin
Elsa Egholm, H71
Maria Pálsdóttir Nolsøe, Neistin
Súna Krossteig Hansen, Ajax København (DEN)
Jana Mittún, Viborg HK (DEN)
Natasja Hammer, StÍF

Dystirnir verða leiktir ávikavist mikudagin 28. februar kl. 17.45 í Luksemborg og sunnudagin 3. mars kl. 17.00 í Høllini á Hálsi. Atgongumerki til dystin í Føroyum fáast til keyps her: https://www.atgongumerki.fo/.../foeroyar-luksemborg-kvinnur 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder