FSF: – Eg haldi at tað sum heild hevur gingið væl, og tað hevur samstundis verið deiligt at sæð so nógv børn til fótbóltsskúlarnar í ár. Veðrið hevur eisini verið av tí besta allar dagarnar, fótbóltsskúli hevur verið á skránni. So hetta hevur avgjørt verið hugaligt og gevandi fyri okkum øll, sigur samskiparin, Christina Ravnsfjall við heimasíðuna hjá FSF.
Farna fríggjadag og leygardag var ársins síðsti fótbóltsskúli, sum FSF, í samstarvi við feløgini, hevur skipað fyri í summar, á vøllinum á Dungasandi í Sørvági. Hetta var fjórði fótbóltsskúlin í ár, og tilsamans hava áleið 630 børn í aldurinum 7 til 15 ár luttikið.
– Korona órógvaði í fjør og fyrraárið, men nú eru vit umsíðir komin í gongd aftur, og vit fara sjálvandi – um also ikki okkurt heilt óvæntað hendir – at hava fótbóltsskúlar aftur komandi ár, sigur Christina Ravnsfjall.
Fyrsti fótbóltsskúli í ár var í juni mánað, tá umleið 260 børn vóru á fótbóltsskúla í Gundadali, har HB var vertur. Síðan vóru tríggir í august. Fyrst á Toftum, har omanfyri 200 børn luttóku, síðan á Argjum, har omanfyri 100 børn luttóku, og nú til seinast í Sørvági, har umleið 70 børn vóru á fótbóltsskúla.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald