FSF: – Hetta hevur verið ein spennandi tíð, har vit hava lært nógv. Tað hevur eisini verið hugaligt, at fleiri kvinnur hava tikið lut á skeiðnum, og eg vóni samstundis, at enn fleiri kvinnur leggjast afturat venjaraskaranum.
Soleiðis sigur Maibritt Olsen, ið farna týsdag var millum venjararnar, ið fingu handað UEFA B-venjaraprógv.
Undan kvinnulandsdystinum móti Skotlandi, skipaði Fótbóltssamband Føroya fyri eini lítlari hátíðarløtu á Tórsvølli, har teir 17 venjararnir fingu handað prógvini. Tað var Rúni Herup Olsen, limur í Útbúgvingar- og menningarnevndini hjá FSF, ið stóð fyri handanini.
Nær nýtt UEFA B-venjaraskeið aftur verður á skránni, er ikki endaliga avgjørt enn, men væntandi tíðliga í vár komandi ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald