Benny Hansen
Tá kappast verður í dart, verður spælt í trimum bólkum, kvinnur og so menn A og B, har B bólkurin er fyri teir meir óroyndu. Benny Hansen úr D9 hevur seinnu árini verið í B bólkinum, og hevur gjørt tað framúr væl, hesuferð valdi hann at royna seg ímillum teir bestu, og sigast má, at tað er har hann hoyrir heima. Benny spældi seg fram til finaluna, har hann tó tepurt tapti 7-5 á Jan McIntosh, hetta er eitt ótrúliga flott úrslit og hevur hann evnini sum fáur, serliga tá hugsa verður um, at helvtina av árinum, so er hann við trolara, og ikki kann venja eins og aðrir. Á veg til finaluna vann hann fyrst 5-2 á Hera Kallsoy, síðani 5-4 á landsliðsleikarnum Marjus Hansen, aðrenn hann í hálvfinaluni vann 6-3 á Remy G Hansen. Men tá komið var til finaluna, so var bitin ov stórur, men ´tó kundi hann fara stoltur yvirum fjørðin við eini silvurkrónu
Eli Heinesen
Eli Heinesen er tað mest spennandi navnið at fylgja í føroyskum dart, drongurin er 13 ára gamal og longu í fjør sóu vit, at her er talan um ein leikara við serliga góðum evnum. Og spennandi verður at fylgja honum í framtíðini, Eli spældi seg fram til hálvfinaluna, har hann tó tapti 4-1 á Petur Johansen, sum seinni vann kappingina. Á vegnum var nógv gott spæl og onkur 180 at síggja frá honum. Ungdómurin hevur ordiliga tikið dart ítróttin til sín, og koma fleiri og fleiri í feløgini at venja, hetta er nokk ein ávirkar av, frálíku úrslitunum, sum 16 ára gamli Luke Littler hevur havt seinasta árið, og nú manglar bara, at tey ungu eisini koma við til fleiri kappingar. Vit hava ikki sað so nógv ung í feløgunum, síðani einaferð í 90'inum, og er tað gleðiligt.
Petur Johansen úr D9 vann sum sagt B bólkin, har hann í eini spennandi finalu vann 5-4 á John Bjarna Fredriksberg úr D9
Beinta Joensen
Finalan hjá kvinnum var ímilllum Beintu Joensen úr KDF og Kristbjørg Vesturklett Reinert úr VDF, sjálvt um úrsliti segði 4-1 til klaksvíks dámuna, so var spenningur í hvørjum setti, og meisti Kristbjørg nógvar doublar og var tað munurin. Finalan var væl spæld og vóru nógvar 100 + skoringar á vegnum. Vit mangla enn eitt sindur í á kvinnusíðuni, tað eru tíanverri ov fáar ið hava dart ítróttin sum sín ítrótt, men tær sum eru, taka tað seriøst og blíva betur og betur hvørt ár.
Tórshavn Open og Miðlar
Seinnu árini hava vit sað nógv til dart í altjóða miðlunum, mest er tað Sky ið gongur undan, og hava tøl haðani víst seg, at tað bara er fótbólturin ið hevur fleiri fylgjarar, her í Føroyum er tínverri sindarliga lítið at síggja til okkara ítróttarmiðlar, um vit ikki hava bestilt onkran á vegnum, so kemur eingin til okkara ítrótt. Spennandi verður, um nakrar dettur inn á gólvið, nú stóru altjóða kappingarnar Tórshavn og Faroe Islands Open verða á Glasir 22-24 mars. Kappingin í ár verður sterkari enn nakrantíð, og fleiri heilt stór nøvn eru tilmelda, baði hjá kvinnum og monnum. Enn ber til hjá føroyingum er tilmelda seg, tað verður gjørt á heimasíðuni hjá Havnar Dartfelag hdf.fo
Úrslitini
Menn A
1. Jan McIntosh HDF
2. Benny Hansen D9
3. Remy G Hansen D9
3. Jan Erik Fjallstein VDF
Menn B
1. Petur Johansen D9
2. John Bjarni Fredriksberg D9
3. Eli Heinesen Pílar og Skot
3. Casper Christensen D9
Kvinnur
1. Beinta Joensen KDF
2. Kristbjørg Vesturklett Reinert VDF
3. Durita Joensen KDF
3. Maibritt Hvíthamar HDF
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald