2024-08-20 20:24
Heili tríggir leikarar hjá 07 Vestur eru úttiknir til U19-landsliðið, sum skal spæla tveir venjingardystir móti Skotlandi og Turkmenistan á venjingarlegu í Spania fyrst í september.
Øssur Hansen hevur tikið út Sámal á Steig, Jónatan Nattestad og Jónas Prior.
Hesir eru allir partur av Betri-hópinum hjá 07 Vestur. Sámal er fastur 2. málmaður, Jónatan er skiftur inn í 6 dystum í ár, og Jónas hevur verið í byrjanaruppstillingini seinastu 3 dystirnar í Betri-deildini.
Vit ynskja teimum og hinum í hópinum til lukku og góða eydnu - skrivar 07Vestur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald