Ítróttur

07Vestur: Sámal gjørt sáttmála

Í vikuni skrivaði Sámal á Steig undir sáttmála við 07 Vestur og 16-ára gamli málverjin hevur sostatt bundi seg til barndómsfelagið komandi árini.

Michael Schjønberg (t.v.) og Sámal á Steig.

Michael Schjønberg (t.v.) og Sámal á Steig.

2023-04-16 11:49 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Sámal spælir vanliga á U17-liðinum hjá 07 Vestur, umframt í 2. deild, og verður helst eisini at síggja á U21-liðinum hjá 07 Vestur, sum hevur byrja kappingina væl, við fullum stigatali eftir tríggjar dystir. Harafturat spældi hann eisini á U17-landsliðinum í fjør, har hann stóð, sum fyrsti málmaður, stórt sæð allar dystirnar.  

Ungi sandavágsmaðurin, sum bleiv 16 í desembur, og tá fekk loyvi at spæla vaksnamannafótbólt, hevur longu verið við á 2. liði nakrar dystir, og verður væntandi á bonkinum í Betri deildini í útidystinum móti TB í dag. 

Seinastu árini hevur 07 Vestur satsa nógv uppá málmansvenjing við Ivan Stojkovic sum venjara, og nakrir ungir málmenn eru komnir burtur úr hesum málrættaða arbeiði: 25-ára gamli Silas Eyðsteinsson, sum nú spælir við B36, 20-ára gamli Ari í Haraldstovu Petersen, sum er málmaður á Betri-liðinum hjá 07 Vestur, og so seinasta skotið á stammuni, Sámal á Steig. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder