Seinnu árini hevur Emil verið knýttur at Start í Noregi, men hevur verið leigaður út til onnur feløg. Sambært heimasíðuni hjá Start er Emil ein hartarbeiðandi og professionellur fótbóltsspælari við nógvum góðum eginleikum.
Emil kemur úr eini sera traditiónsríkari og aktivari fótbóltsfamilju. Pápi hansara, Steinar Pedersen, er kendur bæði sum fótbóltspælari og venjari. Abbin, Erik Ruthford Pedersen, er eisini fótbóltsvenjari. Teir fara sikkurt at fylgja væl við, nú Emil skal stríðast fyri 07 Vestur.
Vit gleðast um at Emil valdi at koma og spæla við okkum og vóna, at hann fer at trívast og mennast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald