Tað var EB/Streymur, ið byrjaði dystin betri, og vóru teir omaná í fyrra hálvleiki, men hálvleiksstøðan var 0-0. EB/Streymur hevði bóltin í netinum tvær ferðir í fyrra hálvleiki, men í báðum førum var dómt off-side.
Í seinna hálvleiki var tað 07 Vestur, sum byrjaði væl. Jasper Van Der Heyden hevði eitt skot á yvirleggjarin beinavegin.
Tað var Daniel Obbekjær ið fekk hol á málskjótingina í kvøld, tá ið hann var hægst eftir eitt fríspark, og skoraði til 0-1.
Jasper Van Der Heydan økti um leiðsluna, tá ið hann stóð á røttum staði, tá ein returur kom úr aftur EB/Streyma feltinum og hann prøvaði at skjóta úr 17 metrum.
Eitt stórt misstak í EB/Streyma verjuni gjørdi, at Janus S. Samuelsen stóð væl, og kundi staðfesta sigurin tá ið hann skoraði til 0-3.
07 Vestur er nú seks stig frammanfyri NSÍ, sum er undir niðurflytingarstrikuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald