Ítróttur

07 Vestur spælt seg víðari í steypakappingini

07 Vestur vann í kvøld 4-1 við Stórá

2022-05-18 21:02 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

07 Vestur hevur í kvøld verið á vitjan hjá TB, og spældi 07 Vestur seg trygt víðari til hálvfinaluna í kappingini um Løgmanssteypið.

Ronni Møller Iversen skoraði fyri 07 Vestur eftir 13. minuttir. Janus S. Samuelsen økti um munin til 0-2 eftir 38. minuttir. Jóhan Renéson Thomsen minkaði um munin til 1-2 eftir 41. minuttir, sum eisini var hálvleiksstøðan.

Ronni Møller Iversen skoraði eisini í seinna hálvleikti, tá ið hann skoraði til 1-3 eftir 64. minuttir, og bert 3. minuttir seinni staðfesti Mads Borchers sigurin tá ið hann skoraði til 1-4.

HB vann 2-1 á AB

KÍ vann 3-0 á ÍF

B36 og Víkingur spæla í løtuni, og er støðan 0-2 til Víking.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder