Ítróttur

07 Vestur ongantíð fingið so nógv stig í Betri-deildini sum í ár

07 Vestur hevur tryggjað sær eitt ár afturat í Betri-deildini hjá monnum.

2022-10-23 11:16 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Seinasta umfar í Betri-deildini hjá monnum 2022 var leikt í gjár.

07 Vestur tók ímóti AB á Dungasandi. Liðini vóru jøvn í stigum áðrenn dystin, og tí kundi vinnarin enda ovari av teimum báðum á stigatalvuni.

Dysturin endaði við 1-1 javnleiki, og tað hevur við sær, at bæði 07 Vestur og AB endaðu við 29 stigum.

Tey 29 stigini er tað mesta 07 Vestur hevur fingið í bestu deildini hjá monnum uppá eitt kappingarár.

07 Vestur hevur spælt sjey kappingarár í bestu deildini.

ÁrStigNr á stigatalvuni
20091910
2011249
20131410
2017289
20181710
2021286
2022297

[object Object]

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder