Ítróttur

07 Vestur og Steffen Landro samdir um at steðga samstarvinum

07 Vestur hevur í dag valt at steðga samstarvinum við Steffen Landro. Avgerðin hevur onki við úrslitini hjá besta liðnum at gera, men er ein spurningur um í hvønn rætning felagið skal fara komandi tíðina.

2024-06-24 22:57 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað er ongin loyna at 07 Vestur hevur lagt nógv fyri í ungdómsarbeiðnum seinastu sløku 10 árini.

-Úrslitini av hesari íløguni ynskja vit at síggja á besta liðnum komandi árini og tað her at áhugamálini hjá felagnum og Steffen ikki samsvara heilt, sigur Jens Kristian Haraldsen formaður í 07 Vestur, sum harmast um at samstarvið ikki eydnaðist betur.

Hettar samsvarar ikki við málsetningin hjá felagnum, sum er at varðveita plássið í Betri deildini, samstundis sum menningin av okkara ungu leikarum verður sett í fremstu røð, sigur nevndin í felagnum. Tí er neyðugt at taka hettar stig nú, so meira fokus kemur á menningina komandi tíðina.

07 Vestur takkar Steffen fyri samstarvið og ynskir honum blíðan byrð framyvir.

07 Vestur


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder