1. umfar í kappingini um Løgmanssteypið er á skránni í dag.
Í Streymnesi tó EB/Streymur ímóti 07 Vestur, og er tað aðruferð liðini møtast í Streymnesi uppá 11 dagar. Dystin fyri 11 døgum síðani vann EB/Streymur 3-0.
Tað var Niels Pauli Danielsen ið legði EB/Streym á odda eftir 18. minuttir. Matihas Voss javnaði tá ið ein hálvur tími var leiktur. EB/Streymur fekk eitt mál afturat áðrenn hálvleik tá ið Bogi Reinert Petersen legði heimaliðið á odda 2-1 eftir 42. minuttir.
Fyrrverandi EB/Streyma spælarin Ronni Møller-Iversen javnaði fyri 07 Vestur tá ið 55. minuttir vóru leiktir. Ronni skoraði uppá brotsspark. Fleiri mál komu ikki áðrenn dómarin floytaði av eftir 90. min. Tí máttu liðini út í longda leiktíð.
Jasper Van Der Heydan legði 07 Vestur á odda eftir 105. minuttir, og Ronni staðfesti sigurin tá ið hann skoraði til 2-4 eftir 120. min.
07 Vestur hevur tí leikt seg víðari í steypakappingini.
Onnur úrslit (Portal.fo)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald