2022-01-31 14:08

Mads Borchers kom annars til Esbjerg fB úr SUB Sønderborg í 2017, sum 15-ára gamal, og fekk sín fyrsta dyst á besta liði í NordicBet Liguni í summar móti Vendsyssel. Hann er vanliga fremsti áloypari, men kann eisini leika longur afturi á vøllinum.
Ungi sønderborgensarin er komin til landið í dag, og kemur at venja við hópinum beinanvegin. Tó er sera ivasamt um hann verður við longu í kvøld, tá venjingardystur verður móti AB í Sørvági, tað skrivar 07 Vestur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald