Ítróttur

07 Vestur fekk stig í Gundadali

Dysturin millum B36 og 07 Vestur endaði 2-2.

2024-04-07 15:56 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

B36 tók seinnapartin ímóti 07 Vestur í Gundadali.

Símun Sólheim legði heimaliðið á odda 1-0 eftir 19. min., sum eisini var hálvleiksstøðan. 

Beint eftir hálvleikin javnaði Emil Grønn Pedersen til 1-1.

Sonni Ragnar Nattestad í miðverjuni hjá 07 Vestur bleiv eftir 66. min. vístur av vøllinum, tá ið hann fekk sítt seinna gula kort. 

Marius Kryger Lindh legði B36 á odda 2-1 eftir 74. min. 

Benjamin Smales Braithwaite javnaði fyri 07 Vestur í yvirtíðini, og endaði dysturin tí 2-2.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder