Ítróttur

07 Vestur: Ein ímynd av 07 vestur heldur fram

Vit gleðast enn einaferð um, at hann skrivar sáttmála við okkum, skrivar 07 Vestur.

2023-12-18 10:28 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 


Jóannis á Steig er ímyndin av tí, sum vit vilja, at 07 Vestur skal vera. Jóannis hevur ongantíð svikið felagið. Tá ið hann fer á vøllin veitst tú, at hann berjist sum úlvur á skóg. Eisini hevur hann í nógv ár verið trúfastur móti felagnum. Tí gleðast vit enn einaferð um, at hann skrivar sáttmála við okkum. Tað er fáur spælari, sum hevur so sterkt 07 Vestur DNA sum hann.

22. mars í 2014 spældi Jóannis fyrsta vaksnamannadystin fyri 07 Vestur. Sostatt hevur hann 10 ársdag skjótt. Jóannis hevur spælt 111 dystir í bestu deildini og 111 dystir í 1. deild fyri 07 Vestur hesi árini. Kelda: Faroesoccer

Jóannis hevur skrivað undir 1 ára sáttmála.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder