Ítróttur

Spæla og flúgva fyri Føroyar

Atlantic Airways og Hondbóltssambandið hava longt sponsorsamstarvið. Nýggja avtalan er galdandi til 2024.

2022-01-14 14:58 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Árni Olsen, sølu- og marknaðarleiðari hjá Atlantic, og Jógvan Emil Nielsen, næstformaður í HSF, hittust fyrrapartin at skriva undir sáttmálan. Atlantic hevur verið ein av trúgvu stuðlunum hjá HSF í meira enn 10 ár. Saman við teimum hava føroysku landsliðini ferðast út í alt Europa og verður ferðingin ikki minni komandi tíðina, nú okkara A-landslið luttaka fast í øllum EM- og HM-kappingum.

-Tað hevur verið ein stór gleði at flúgva føroyskan hondbólt út í Europa og hugtakandi at fylgja við menningini og góðu úrslitunum, viðmerkir Árni Olsen.

-Atlantic hevur verið við okkum í nógv ár nú. At hava trúgvar og álítandi stuðlar er alt avgerandi fyri eina góða og støðuga menning og hava vit havt eitt sera gott samstarv við tey øll árini, sigur Jógvan Emil Nielsen, næstformaður í HSF.

Sáttmálin er galdandi til 31. desember 2023.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder