
FSF: – Eg eri sum heild væl nøgd við stórar partar av dystinum. Okkara kempaðu væl, tær hildu avtalurnar, og tað eydnaðist eisini í fleiri førum at ørkymla griksku leikararnar so mikið, at tær høvdu ilt við at spæla seg ígjøgnum føroysku verjuna.
Tað sigur Signe Pries Andersen, venjari hjá A-landsliðnum við kvinnum, sum fríggjakvøldið spældi fyrsta dystin í undankappingini til EM 2025.
Føroyar løgdu fyri á útivølli móti Grikkalandi, og úrslitið gjørdist ein tepur 1-0 sigur til heimakvinnurnar. Einasta málið í dystinum skoraði Veatriki Sarri við brotssparki, tá tíggju minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki.
– Vit høvdu møguleikan at leggja okkum á odda, tá Ásla (Ásla Johannesen, skriv.) royndi seg við góðum skoti, sum brast í stongina. Men tað koppaði tíverri ikki okkara veg í dag, sigur Signe Pries Andersen við heimasíðuna hjá FSF.
Næsti dystur hjá kvinnulandsliðnum er longu týsdagin, tá Montenegro tekur ímóti á Gradski Stadion í Podgorica. Fríggjadagin vann Montenegro 6-1 á heimavølli móti Andorra.
Til stuttleika kann nevnast, at dysturin fríggjakvøldið móti Grikkalandi, var altjóða skrásetti dystur nummar 100 hjá føroyska kvinnulandsliðnum.




Myndir: Maria Vergeti
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald