Vinna

 Jentoft Sunnsker - 35 ára starvsdag hjá Pf. LM Electric

Í dag 23. november 2022 hevur Jentoft Sunnsker 35 ára starvsdag hjá Pf. LM Electric.

2022-11-23 09:46 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder



Jentoft er útbúgvin elektrikari, og hevur hann stóran part av hesum 35 árunum starvast sum servicemaður á verkstaðnum hjá LM Electric

Við sínum langa arbeiðslívi hjá LM er Jentoft eitt av trúgvastu starvsfólkunum í fyritøkuni. Til dagligt er Jentoft ímyndin av serviceverkstaðnum. Jentoft hevur, saman við øðrum, uppbygd eitt servicverkstað, ið dagliga veitir kundum okkara runt alt landið eina sera góða og ábyrgdarfulla tænastu. Við tí stóra kundaskara, ið verkstaðið hevur, hevur hetta alstóran týdning fyri fyritøkuna.

Jentoft er fyrst og fremst ein sera dugnaligur handverkari. Hann er altíð í gongd við okkurt projekt ella kanska fleiri. Hann rokast við el, bilar, húsasmíð og bátar, og tað sum sermerkir alt hetta, sum Jentoft fæst við, er at tað er gjørt til lítar, ordiligt og sera snotiligt.

Við sínum lætta sinni hevur Jentoft stóran týdning fyri trivnaðin í fyritøkuni. Jentoft er altíð til reiðar at hjálpa, og við sínum dugnaskapi og arbeiðssemi hava bæði kundar og starvsfelagar stórt álit á Jentoft. Við 35 ára royndum er hann eisini ein góður stuðul hjá bæði leiðsluni, lærlingum og starvsfeløgum annars.

Vit ynskja Jentoft blíðan byr og hjartaliga tillukku við stóra degnum, tað skrivar Pf. LM Electric á Facebook.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder