
Haraftrat kann nevnast á farleiðini til Nólsoyar eru 87.000 ferðafólk og 5.500 bilar farin um kaikantin, og eisini her eru stórir kostnaðir knýttir aftrat.
Eisini byrjar farleiðin til flogvøllin og til Klaksvíkar á Bursatanga. Tað vóru 55.000 ferðafólk frá Bursatanga til flogvøllin í 2021. Sama ár vóru 75.000 ferðafólk úr Tórshavn til Klaksvíkar. So sigast má, at hetta má vera eitt tað mest ferðslutunga økið, sum er í landinum.
Tað er umráðandi, at kostnaðurin fyri nýtsluna á Bursatanga verður upplýstur, nú eitt tjóðleikhús eftir ætlan skal staðsetast sama stað.
Tí hevur Henrik Old sett hesar fyrispurningarnar til landsstýrismannin í samferðslumálum:
1. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, hvat Strandferðslan rindar í leigu fyri parkeringsøkið á Bursatanga?
2. Hvat kostar tað hjá Strandferðsluni at leiga tornið til at ganga umborð á Smyril?
3. Hvat kostar tað hjá Strandferðsluni at leiga pakkhús og skrivstovu á kaiini?
4. Hvussu nógv rindar Strandferðslan í havnagjaldi fyri Smyril til Tórshavnar Havn?
5. Hvat er gjaldið hjá Strandferðsluni fyri ferðafólk og bilar, sum fara umborð á Smyril umframt samlaða gjaldið fyri 2021?
6. Hvussu nógv rindar Strandferðslan fyri bingjur og last fyri virksemið á Bursatanga?
7. Hvat er sostatt samlaða gjaldið hjá Strandferðsluni til Tórshavnar Havn?
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald