Ítróttur

– Glað og errin av at verða úttikin

EM-undankappingardystirnir móti Andorra og Grikkalandi, sum verða á Tórsvølli fríggjadagin 31. mai og týsdagin 4. juni, kunnu gerast serligir fyri Petru Hoydal, sum fyri fyrstu ferð er úttikin til A-landsliðið

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-05-29 09:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF: Kvinnulandsliðið fyrireikar seg í hesum døgum til EM-undankappingardystirnar móti Andorra og Grikkalandi, sum vera á Tórsvølli fríggjadagin 31. mai, og týsdagin 4. juni. Báðar dagarnar er avspark klokkan 16:45.

Ein av teimum, ið myndar føroyska hópin hesaferð, er Petra Sigvør Snedker Hoydal. Hon hevur fingið sín fótbóltsuppvøkstur í Danmark, men mamman er føroysk, og nú er 19 ára gamla gentan, við ættarbondum úr Hoyvík, partur av føroyska A-landsliðnum.

Petra Hoydal er tó ikki heilt ókend í føroyskum landsliðshøpi. Í fjør spældi hon tríggjar dystir fyri U19-landsliðið, og fyrr í ár komu tveir dystir afturat á loggin, tá U19-genturnar vóru til EM-undankapping í Turkalandi.

Men hvør er Petra Hoydal sum fótbóltsspælari? Undan venjingini á Tórsvølli týsdagin fekk FSF varpið orðið á Petru, og sum vera man gleðir hon seg til komandi landsliðsuppgávur, og vónar at fáa sínar fyrstu A-landsliðsminuttir fyri Føroyar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder